Innanlands

2.358 á løgtingsval fyri fyrstu ferð

Tilsamans hava 39.017 veljarar atkvøðurætt til løgtingsvalið 8. desember. Valkortini verða borin út í næstu viku

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-24 18:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

39.017 veljarar hava atkvøðurætt til løgtingsvalið 8. desember, og valkortini verða eftir ætlan borin út í næstu viku.

Hesum boðar Umhvørvisstovan frá í dag.

Til eitt Løgtingsval hava borgarar við donskum ríkisborgararætti atkvøðurætt. Eisini hava 589 persónar, sum vegna útbúgving fyribils hava uppihald uttanfyri Føroyar, atkvøðurætt. 2.358 veljarar fara á løgtingsval fyri fyrstu ferð. 

Tað eru starvsfólk á Umhvørvisstovuni, ið sortera vallistarnar og eftirkanna vallistar og valkort. Eftirfylgjandi verða vallistarnir sendir kommununum. Posta ber valkortini út.

Valkortini til Løgtingsvalið tann 8. desember 2022, verða eftir ætlan borin út 28. og 29. november 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder