
Leygarkvøldið 15. februar skiapði Team Rynkeby enn einaferð fyri gallaveitslu á Hotel Føroyum.
Tiltakið er skipað á tann hátt, at øll arbeiða sjálvboðið, eins og matur og drekka verður latið ókeypis, so at allur peningurin, sum kemur inn frá søluni av atgongumerkjum, fer til hjálpararbeiðið hjá Team Rynkeby Føroyar.
Í sambandi við veistluna varð kekkur handaður, og veitslan gav í ár 239.705 krónur, boðar Team Rynkeby Føroyar frá í tíðindaskrivi.
– Vit takka øllum, sum gjørdu kvøldið so væl eydnað. Takk Hotel Føroyar fyri hølini, samskipararnar, kokkarnar og tænastufólkini. Takk til allar tónleikarar og undirhaldarar, borðstjóra og tykkum ið leiddu felagssangin, veitarar av mati og drykkjuvørum, og síðst men ikki minst - túsund takk øll tit, sum keyptu atgongumerki og hava sett hetta kvøldið av - uttan tykkum, eingin kekkur.
Innkomni peningurin fer óskerdur til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum, familjum teirra og til gransking í hesum sjúkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald