2021-01-23 12:12

24 ára gamli maðurin, sum seinnapartin í gjár varð handtikin og skuldsettur fyri brot á narkotikalógina, varð í morgun framstillaður í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti.
Les eisini: Handtikin fyri brot á narkotika lógina
Maðurin játtaði seg partvíst sekan, og er hann nú varðhaldsfongslaður í tvær vikur. Maðurin kærdi ikki avgerðina.
Grundað á víðari kanningararbeiði, eru ikki fleiri upplýsingar um málið, sigur løgreglan í fráboðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald