Innanlands

24 fingu ríkisborgararætt í dag

Teirra millum ein møguliga komandi landsliðsspælari í fótbólti og integrasjónssamskipari í Útlendingastovuni

Géza Dávid Turi (Savnsmynd)

Géza Dávid Turi (Savnsmynd)

2024-12-19 12:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkatingið hevur í samtykt at geva 24 útlendingum, búsitandi í Føroyum, danskan ríkisborgararætt.

Lógaruppskotið um ríkisborgararætt varð samtykt við 3. viðgerð á Fólkatingi fyrrapartin. 79 fólkatingslimir atkvøddu fyri, 5 ímóti, 21 greiddu ikki atkvøðu og 75 vóru ikki til staðar í tingsalinum.

Nøvnini á nýggju ríkisborgarunum síggjast í lógaruppskotinum, og eisini í hvørjari kommunu, tey eru skrásett í. 24 úr Føroyum og 8 úr Grønlandi. Tilsamans vóru tað 2.014 fólk, sum fingu danskan ríkisborgaraskap í dag.

Millum nøvnini eru fótbóltsspælarin Geza David Turi, sum leingi hevur bíðað eftur hesum fyri á tann hátt at fáa møguleika at spæla á føroyska landsliðnum.

Onnur kend nøvn eru fyrrverandi fótbóltsleikarin Sorin Anghel, myndamaðurin Andrei Antal og integratiónssamskiparin á Útlendingastovuni, David Im, hvørs føðinavn er Wonik Im.

Teir nýggju ríkisborgararnir, sum eru búsitandi í Føroyum, eru hesi:

Tórshavnar kommuna: Valentino Acierno, Vasile Sorin Anghel-Olaru, Elena Ciurci,  Patcharee Areesaman, Jessica Deliso Dam, Krongrak Jøkladal, Alexandre Alexandrovic Kouzkin, Ari Srish Nandi, Fridah Moraa Reinert, Sanong Yakham

Sørvágs kommuna: Abby Mae Bernardo, Juvelyn Gorres Davidsen, Sladjana Petrovic, Samylyn Bernardo Villanueva

Eysturkommuna: Geza David Turi, Jacob Bacalso

Klaksvíkar kommuna: Ewelina Bernadeta Joensen, Wonik Im

Vestmanna kommuna: Andrei Vladut Antal

Eiðis kommuna: Somsri Gullbein

Runavíkar kommuna: Imely Rose Baysic Miðberg

Vága kommuna: Jaturong Suma

Nes kommuna: Lou Goureh Nina Suy 

(Eitt navn er strikað av listanum aftur eftir áheitan frá borgaranum sjálvum)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder