2023-07-24 18:25
Skógareldar í norðrara Algeria eru orsøk til, at minst 24 fólk, harav 10 hermenn, hava latið lív og 26 afturat hava fingið skaða.
Skógareldarnir koma orsaka av ógvusligu hitabylgjuni, sum herja sunnara Evropa og norðrara Afrika, og hava noytt yvir 1.500 fólkum at flýggja frá teirra heimum.
Umleið 7.500 sløkkiliðsfólk stríðast við at fáa tamarhald á ógvusligu logarnar.
Næstan hundra skógar- og náttúrueldar eru skrásettir í landinum, boðar innanríkisráðið í Algeria frá. Ógvusligastu eldarnir herja í fjallaríku landslutunum Béjaïa, Bouira og Jijel.
Eisini í grannalandinum Tunesia herja skógareldar, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald