Fríggjadagin vórðu 24 gíslar leyslatnir úr Gaza, og 39 palestinskir fangar leyslatnir úr Ísrael, og aftur í dag verða gíslar og fangar leyslatnir sum partur av avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas.
Sambært altjóða miðlum vóru 13 ísraelar, 10 tailendskir ríksiborgarar, og ein filipinskur ríkisborgari leyslatin úr Gaza í gjár. Eisini koyrdu 196 lastbilar við neyðhjálp inn í Gaza úr Egyptalandi.
Talsmaður fyri ísraelska herin sigur, at gíslarnir, sum vórðu leyslatnir í gjár eru væl fyri.
Gíslarnir vórðu kannaðir, og tveir av teimum vórðu fluttir beinleiðis á sjúkrahúsið av ókendum orsøkum, meðan hinir 22 vórðu fluttir á eina hernaðarstøð hjá flogherinum, og síðani vórðu teir fluttir við tyrlu á sjúkrahúsið til teirra avvarðandi.
Boðað verður frá, at 14 gíslar verða leyslatnir av Hamas í dag. Eisini verða 42 palestinskir fangar leyslatnir úr Ísrael, vátta palestinskir og ísraelskir myndugleikar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald