Innanlands

24 nýggjar íbúðir oman Vallrætt

Íbúðabygningurin verður í trimum hæddum, og íbúðirnar verða 130, 90 og 50 fermetrar til støddar

2022-02-24 20:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ongantíð áður hava so nógvir bústaðir verið bygdir í Klaksvíkar kommunu. Talan er um bæði nýggj sethús og íbúðabygging í ymiskum støddum. Menningin tykist at halda fram, tí býráðið í Klaksvík hevur í kvøld samtykt eina íbúðaverkætlan oman Vallrætt, har Norðhús fer undir at byggja 24 íbúðir í trimum ymiskum støddum.

- Uppskotið er væl úr hondum greitt, og lutfallið millum størri og minni íbúðir er sera áhugavert. Eg síggi fyri mær, at ein slík íbúðaverkætlanin kann nøkta tørvin hjá einum fjølbroyttum málbólki, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu við klaksvik.fo.

- Vit hava í nógv ár vant okkum við, at vit skulu búleikast í egnum sethúsum, tí møguleikin til annað hevur verið avmarkaður. Økta íbúðabyggingin gevur fleiri møguleikar, og tað trúgvi eg kann vera við til at fáa bæði ung og eldri, familjur og stakar uppihaldarar at støðast í býnum, og tað er gleðiligt, sigur borgarstjórin.

Gunvá við Keldu, forkvinna í umhvørvis- og býarskipanarnevndini, fegnast eisini um, at býráðið stendur saman um slíkar verkætlanir.

- Tað er tørvur á, at vit standa saman í stóru og krevjandi útbyggingunum av kommununi. Tað hava vit gjørt fyrr, og tað eiga vit at halda fast í. Gott samstarv við vinnuna er somuleiðis ein fortreyt fyri menning av býnum. Mett verður, at saman við teimum byggiloyvum, sum vórðu givin fjør, og teimum verkætlanum, sum fara í gongd í ár, verða á leið 150 búeindir klárar tey næstu tvey árini. Afturat hesum kemur eisini útstykking til sethús.

- Fólkatalið í Klaksvík og í kommununi setur met, og merkir tað, at vit sum kommuna áhaldandi mugu síggja møguleikar og skapa karmarnar, soleiðis at tað kann gerast lagaligt fyri allar borgarar at búleikast her. Tí fegnist eg almikið um, at íbúðaverkætlanin inniheldur bæði skipan av bygninginum og kringumstøðunum. Uttanumøkið og kringumstøðurnar hava eins stóra ávirkan á trivnaðin sum sjálv innrættingin av bygningunum, sigur Gunvá við Keldu.

Tað er Fuglark, eftir áheitan frá Norðhús, sum hevur útint skitsuuppskotið, sum fevnir um 24 íbúðir. Íbúðabygningurin er í trimum hæddum, og eru íbúðirnar 130, 90 og 50 fermetrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder