Uttanlands

24 offur frá álopinum í Kongsberg

Arbeitt verður víðari við at kanna umstøðurnar kring ógvusliga álopið í norska býnum

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, vitjaði vanlukkustaðið (Mynd: EPA)

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, vitjaði vanlukkustaðið (Mynd: EPA)

2021-10-27 17:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tilsamans 24 persónar eru nú skrásettir sum offur eftir álopið í norska býnum Kongsberg 13. oktober.

Tað upplýsti norska løgreglan á tíðindafundi í dag. Talan er um tey fimm fólkini, sum vórðu dripin, trý, sum vórðu særd og so 16 fólk, ið vórðu útsett fyri ymsum hendingum, ið nú skulu kannast nærri, upplýsti Per Thomas Omholt, politiovasti, sambært norska blaðnum VG.

[object Object]Per Thomas Omholt, politiovasti í Kongsberg (Mynd: EPA)

Hann legði afturat, at tað ikki er ómøguligt, at talið fer at vaksa. Men hann kom ikki inn á, hvat tað er, sum hesum 16 fólkunum hevur verið fyri.

Ein 38 ára gamal danskur ríkisborgari, Espen Andersen Bråthen, er skuldsettur í málinum, og er fyribils fongslaður í fýra vikur. Hann hevur játtað seg sekan í hendingunum.

Sambært norsku løgregluna hevði hann trý vápn við sær hin 13. oktober. Ein boga og ørvar umframt tvey vápn at stinga við. Løgreglan upplýsti á tíðindafundinum í dag, at arbeitt verður við einum ástøði um, at hann hevur keypt vápnini á netinum.

Løgreglan arbeiðir eisini út frá, at Espen Andersen Bråthen var sálarliga sjúkur undir álopinum. Hann er frammanundan kendur av bæði løgregluni, fregnartænastuni PST og heilsuverkinum. Maðurin verður í hesum døgum mentalkannaður.

Tað er fyrr komið fram, at hann var umvendur til islamska trúgv, men løgreglan segði í dag, at tað enn ikki er greitt um umvendingin er fullførd.

Løgreglan hevur avhoyrt mannin fleiri ferðir. Arbeitt verður framvegis við málinum, sum var talan um yvirgang – terror. Men hesin illgrunin er ikki styrktur undir avhoyringunum, skrivar VG.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder