Uttanlands

24 russisk sendifólk biðin um at fara úr USA

Orsøkin er, at teirra visum fer úr gildi í september, og Washington hevur hert krøvini fyri at fáa nýtt, sigur russiski sendiharrin í USA, men hetta er ikki rætt, sigur amerikanska uttanríkismálaráðið

Sambandið millum USA og Russland er batnað eitt sindur, síðan Vladimir Putin og Joe Biden hittust í juni (Mynd: EPA)

Sambandið millum USA og Russland er batnað eitt sindur, síðan Vladimir Putin og Joe Biden hittust í juni (Mynd: EPA)

2021-08-03 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

24 russisk sendifólk í USA skulu fara úr landinum í seinasta lagi um ein mánað, tá teirra uppihaldsloyvi fer úr gildi.

Sambært russiska sendiharranum í USA, Anatolij Antonov, fara teirra visum úr gildi 3. september, og hava amerikonsku myndugleikarnir heitt á teir um at fara heimaftur.

Um hetta er orsakað av einum nýggjum diplomatiskum stríði millum londini, verður ikki upplýst.

Anatolij Antonov sigur, sambært Ritzau, at Washington hevur hert krøvini fyri at fáa visum, men hendan frágreiðingin er ikki heilt røtt, sigur amerikanska uttanríkismálaráðið.

Russisku sendifólkini kunnu søkja um at fáa longt uppihaldsloyvið, sigur talsfólk hjá ráðnum.

Fyrr í ár útvístu Russland og USA sendifólkini hjá hvørjumøðrum.

Tað byrjaði við, at USA í apríl vísti tíggju russisk sendifólk av landinum, og stutt eftir hetta svaraði Russland aftur við at vísa tíggju amerikonsk sendifólk úr Russlandi.

Sambandið millum londini var frammanundan ikki gott, men støðan batnaði tó eitt sindur, tá russiski forsetin, Vladimir Putin og amerikanski forsetin, Joe Biden, hittust á toppfundi 16. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder