
Á seinasta degi í 2021 settu Føroyar aftur met, tá heilsumyndugleikarnir boðaðu frá, at 241 nýggir tilburðir vórðu staðfestir dagin fyri. Men higartil í hesum árinum hevur talið á nýggjum tilburðum verið nakað lægri.
Fyrradagin vórðu 76 tilburðir staðfestir, og nýggjastu tølini, sum vórðu kunngjørd fyri løtu síðani, vísa, at bert 24 tilburðir vórðu staðfestir í gjár.
449 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Lagt verður tó afturat, at allar royndirnar, sum vórðu tiknar í gjár, ikki eru greinaðar enn. Talan er um 186 royndir, sum vórðu tiknar í Suðuroy, sum verða greinaðar seinni í dag.
Í løtuni eru 950 smittað við koronu, ið er 14 fleiri enn í gjár. Talið á innlagdum er framvegis fýra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald