Innanlands

243 næmingar eru byrjaðir á Kambsdali í august

Tey flestu av hesum, 78 næmingar, ganga nú á Búskaparbreytini

- Nýggju næmingarnir eru kunnaðir um hølir, bøkur, telduskipanir og galdandi leiðreglur. Tey hava verið útferð, og tey hava kappast í skúlanum (Mynd: kambsdalur.fo)

- Nýggju næmingarnir eru kunnaðir um hølir, bøkur, telduskipanir og galdandi leiðreglur. Tey hava verið útferð, og tey hava kappast í skúlanum (Mynd: kambsdalur.fo)

2022-08-30 16:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú er aftur gerandisdagur á Kambsdali. Nýggju næmingarnir eru kunnaðir um hølir, bøkur, telduskipanir og galdandi leiðreglur.  Tey hava verið útferð, og tey hava kappast í skúlanum. Tey hava møtt nógvum nýggjum lærarum og uppaftur fleiri næmingum.

Soleiðis skrivar kambsdalur.fo, heimasíðan hjá Miðnámi á Kamsdali, í samband við at tilsamans 243 ung fólk fyri stuttum eru byrjað í fyrsta flokki á Kambsdali í ár. 

Tey fylgja nú vanligu tímatalvunum, og tað vanliga dagliga lívi á Kambsdali koyrir aftur.

Heimasíðan hjá miðnámsskúlanum upplýsir, at av teimum 243 nýggju næmingunum eru 78 farin á Búskaparbreyt, 58 eru á Náttúrubreyt, 36 á Fyrireikingarbreyt (HF), 33 á Hugbreyt, 16 á Yrkisnámi og fimm á Serbreytini. Harumframt eru fimtan næmingar í Norðurlendska studentaflokkinum, sum gongur á Kambsdali fram til jóla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder