
Mikudagin varð Annie í Hjøllum heiðrað á kommunuskrivstovuni í Nes kommunu í sambandi við, at hon hevði verið í starvi hjá kommununi í 25 ár.
Annie í Hjøllum varð sett í starv sum dagrøktari í Nes kommunu í 1995, og varð hon dagrøktari í 10 ár. Eftir ein steðg í nakrar mánaðir varð Annie í Hjøllum síðani sett í starv sum vaskifólk í svimjihøllini í Tofta skúla í 2006.
Trúliga og við nærlagni hevur Annie í Hjøllum møtt upp seint á kvøldi at vaska svimjihøllina øll árini, so høllin er rein og nosslig hjá skúlanum morgunin eftir, skrivar Nes kommuna.
Vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði borgarstjórin, Súni í Hjøllum henni fyri vælaverk, trúgva og drúgva tænastu. Súni í Hjøllum handaði síðani málning og blómur og ynskti Annie í Hjøllum framhaldandi blíðan byr. Málningin hevur Jógvan Martin Olsen málað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald