
Fríggjadagin var ein hugnaløta í sambandi við, at tær báðar Steinvør Joensen og Guðrið Vilhelmsen hava starvast í vøggustovuni Stella Maris í 25 ár.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt røðu.
– Hevur tú sagt Stella Maris, so mást tú eisini siga nunnurnar. Tær hava í ár verið í Føroyum í 90 ár, og tað vóru eisini tær, sum settu hesa vøggustovuna Stellu Maris á stovn aftur í 1958 – tann fyrsta í landinum. Steinvør og Guðrið hava sostatt arbeitt í vøggustovuni ein stóran part av tí tíðini, sum Føroya fyrsta vøggustova hevur verið til, segði Heðin Mortensen.
- Eitt, sum eyðkennir tykkum allar her í Stellu Maris, er, at tit samstarva væl við hinar stovurnar, tá ið tørvur er á tí. Og tað er nemliga gott á einum arbeiðsplássi, at man er til reiðar at geva eina hjálpandi hond á øðrum stað.
Øll røðan hjá borgarstjóranum kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald