2023-08-21 14:07
Fríggjadagin 18. august var lítil samkoma í Vinnuhúsinum í sambandi við, at Mikkjal Joensen hevði 25 ára starvsdag.
Mikkjal, sum starvast sum fíggjarleiðari í Vinnuhúsinum, byrjaði í starvi í Vinnuhúsinum 1. august 1998.
– Nógv er broytt í Vinnuhúsinum tey seinastu 25 árini við m.a. øktum virksemi og starvsfólkatali. Mikkjal hevur verið trúfastur partur av hesi broyting, har Vinnuhúsið eisini hevur flutt í nýggjan bygning á Óðinshædd 7.
– Um Mikkjal kann sigast, at hann er trúfastur, arbeiðssamur, væl skipaður og altíð klárur at rætta eina hjálpandi hond, tá á stendur, skrivar Vinnuhúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald