Uttanlands

25 ár við Play Station

Sera vælumtókta spælstøðin varð útgivin í Japan 3. desember 1994 og árið eftir varð tað sprett út til allan heimin. Play Station 5 kemur út um áleið eitt ár

Nú fæst tað upprunaliga mest á støðum sum eBay og Amazon (Mynd: Google)

Nú fæst tað upprunaliga mest á støðum sum eBay og Amazon (Mynd: Google)

2019-12-04 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann gráa spælistøðin við tí eyðkenda lítla introljóðinum kenna helst tey allarflest, ið eru uppvaksin í 1990'árunum. Play Station var kollveltandi fyri spælmarknaðin, og tað er ein rúgva av fólki ið hava brúkt eitt ótal uppá eitt ella fleri av teimu fýra spælstøðunum, ið eru útkomnar seinasty 25 árini.

Tað byrjaði í Japan. Sony gav spælið út 3. desember 1994, og skjótt spreiddist tað kring heimin. Tað var í einum av ríkastu partunum í Tokoyo, at tað var ment og givið út. Í dag hevur Sony Interactive Entertainment høvuðstøð í San Mateo, Kalifornia. 

Í 2000 kom tvey'arin út, og var leingi tann mest selda spælistøðin (home console) nakrantíð. Play Station 3 kom í 2006 og tað seinasta í røðini er Play Station 4, sum varð útgivið í 2013. Tað setti met, í mun til at skjótast selja eina millión av sínum slagi, og er tann mesta spælistøðin nakrantíð.

Tað nýgga, Play Station 5, kemur allarhelst í sølubúðirnar til jólasøluna næsta ár.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder