Innanlands

25 ára fagnaðarhald hjá Angelu og Hannibal

Leygardagin verður stórur føðingardagur í Dansifrøi. Afturat teimum báðum vera gyklarin Rógvi, Trølla omman og Ommudidd

2025-01-20 21:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru 25 ár síðan, at Angela og Hannibal byrjaðu at gera barnaundirhald. Í hesum sambandi verður stórur føðingardagur ella hátíðarhald í Dansifrøi leygardagin klokkan 14.

- Nógv stuttligt verður at síggja og uppliva, tá ið Rógvi fer at gykla og Trøllapætur, Trølla omman og Ommudidd fara at framføra fleiri av teirra kendu sangum, ljóðar frá fyrireikarunum.

Eisini kemur onkur annar at vitja, og geva børnunum okkurt leskiligt, siga fyriskipararnir.

Atgongumerki eru sett til sølu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder