Norðurírski maðurin, ið er skuldsettur í sambandi við at 39 vietnamesarar doyðu í einum lastbili herfyri, hevurnú játtað seg sekan í at hava verið við til at hava verið við til at smuggla flóttafólkini ólógliga til Onglands.
Tað skrivar Reuters í dag.
25 ára gamli lastbilaførarin hevur tó ikki játtað seg sekan í 41 øðrum ákærum, herímillum manndráp í 39 førum.
Vjetnamesisku offrini vóru 31 menn og 8 kvinnur. Tey vórðu funnin 23 . oktober í eini kølibingju, sum stóð í Grays í Essex. Deyðsorsøkin var kuldi og andaneyð.
25 ára gamli maðurin varð handtikin í farnu viku. 10 aðrir persónar eru handtiknir í sama máli í Vjetnam.
Forsætisráðharrin í Vjetnam, Nguyen Xuan Phuc, hevur fyrr heilsað upp á familjurnar hjá teimum deyðu og víst sína samkenslu. Samstundis hava myndugleikarnir í landinum økt tilbúgvingina fyri at støðga mannasmuggling.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald