
Í 2021 vóru 250 fólk, sum meldaðu seg til sms-skipanina "Kom og legg av" hjá Fólkaheilsuráðnum.
Tey flestu meldaðu seg til í januar og desember, men í mai og juni vóru eisini nógv, sum meldaðu seg til – hetta hongur helst saman við, at altjóða roykfríur dagur var 31. mai, skrivar Fólkaheilsuráðið á heimasíðuna.
Sambært seinastu kanningunum hjá Fólkaheilsuráðnum roykja 17 prosent av vaksnu føroyingunum dagliga. Hetta er nakað minni enn fyri 20 árum síðani, tá talið var 39 prosent.
Í ESPAD-kanningini frá 2019 bar eisini til at síggja, at tey 15 ára gomlu nú liggja niðan fyri sjey prosent í dagligari royking, samanborið við fyri 10 árum síðani, tá tað vóru 20 prosent.
Sambært Fólkaheilsuráðnum hava kanningar hjá teimum eisini víst, at 80 prosent av teimum, sum roykja, ynskja at leggja av, og helmingurin av teimum, sum melda seg til sms-skipanin teirra, vinna á roykingini.
Skipanin riggar soleiðis, at ein fær stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá ein hevur gjørt av at leggja av. Ein meldar seg til fimm dagar áðrenn stóra dagin og fær javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla einum í at halda fast við teirra avgerð. Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald