Tórshavnar Kommuna skrivar, at tað var ein serstøk løta við Velbastaðvegin, tá ið Heri Joensen seinnapartin í gjár vígdi fyrsta partin av víðkaða kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. Presturin í Suðurstreymoyar stóð fyri at víga, og síðani lat Annika Olsen, borgarstjóri, havnarborgarum garðin.
Sum siður er, tá ið kirkjugarðar verða vígdir, legði prestur fyri við at syngja ein sálm og um somu tíð ganga eina ferð kring kirkjugarðin saman við samkomuni.
Sí myndir frá vígsluni her
Eftir at kirkjugarðurin varð vígdur, helt Annika Olsen eina røðu, og síðani varð farið í hølini hjá gravaranum í Tórshavnar kommunu, har ábit var at fáa.
Víddin á garðinum, sum higartil er gjørdur, er áleið 2700 fermetrar, og pláss er fyri 250 gravum. Haraftrat eru 40 parkeringspláss gjørd. Annika Olsen segði, at arbeiðið heldur nú fram, og eftir ætlan er komið á mál í 2021, og tá verða 1400 gravir komnar afturat verandi kirkjugarði.
Røðan, sum borgarstjórin helt, kann lesast á heimasíðuni hjá kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald