Innanlands

250 krónur fyri koronukanning við markið

Frá 1. januar skulu ferðandi, sum eru 12 á ella eldri, rinda eitt avgjald upp á 250 krónur

Soleiðis sá út á flogvøllinum í Vágum í tíðarskeiðinum 1. oktober 2020 til 31. august 2021, tá fólk skuldu kannast við komu til landið (Mynd: Sverri Egholm)

Soleiðis sá út á flogvøllinum í Vágum í tíðarskeiðinum 1. oktober 2020 til 31. august 2021, tá fólk skuldu kannast við komu til landið (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-16 07:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frá í dag verða øll, sum koma til landið kannað fyri koronu. Tað hevur farsóttarnevndin gjørt av. Restina av árinum verður hetta ókeypis, men frá 1. januar skulu ferðandi rinda eitt avgjald upp á 250 krónur. 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði uppskotið fyri tingið í gjár. Løgtingið samtykti í gjárkvøldið at víkja frá øllum tíðarfreistum, so málið kann avgreiðast í dag ella í morgin. Fyrsta viðgerð verður á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10.

Tíðarskeiðið har avgjaldið verður kravt er 1. januar 2022 til og við 31. mars 2022. Heimilað er TAKS, flutningsfyritøkunum ella umboðum teirra at krevja eitt ómaksgjald.

Tað eru flutningsfyritøkurnar ella umboð teirra sum krevja avgjaldið inn. Eisini um ferðaseðilin longu er seldur, tá løgtingslógin kemur í gildi.

Í tíðarskeiðinum 1. oktober 2020 til 31. august 2021 varð eitt avgjald á 312 krónur kravt við markið fyri koronukanning.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder