2023-10-08 16:26
Í suður Ísrael hevur verið skipað fyri einum tónleika festivali fyri frið seinastu dagarnar. Í dag boða altjóða miðlar frá, at 250 fólk eru funnin deyð.
Fólkini eru skotin í samband við Hamas álopini.
Nógv útlendsk fólk luttóku á tónleika festivalinum. Talan er um fólk frá m.a. Amerika, Týsklandi, Canada og Norra.
Festival fyriskiparin skrivar á Facebook, at hann er skelkaður yvir hendingina, og vísur samkenslu fyri avvarandi hjá teimum deyðu.
Afturat hesum setur fyriskiparin alt í verk, fyri at hjálpa familjunum at finna saknaðu persónarnar.
Hetta skrivar heimasíðan vg.no
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald