Uttanlands

250 milliónir hava nú havt smittuna

Talan er um staðfestar tilburðir í heimshøpi - helst er talið munandi hægri

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-09 10:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Yvir 250 milliónir fólk hava fingið staðfest koronasmittuna, síðan hon byrjaði at herja fyri hálvumøðrum ári síðani.

Tað vísir ein uppgerð, sum AFP tíðindastovan hevur gjørt og kunngjørdi í gjárkvøldið. Uppgerðin byggir á almenn tøl frá heilsumyndugleikum í øllum heimsins londum.

Nógv tey flestu fólkini eru vorðin frísk aftur, men eisini eru nøkur, sum framvegis vóru ávirkað av sjúkuni í bæði vikur og mánaðir eftir.

Ein týðandi partur av teimum ikki so álvarsligu koronatilburðunum eru tó ikki skrásettir, hóast nógv lond hava víðkað um kanningarnar hesar seinastu mánaðirnar.

Eisini er ymist, hvussu mannagongdirnar eru í teimum ymsu londunum. Veruligu smittutølini eru tí helst langt oman fyri tær 250 milliónirnar, skrivar Ritzau.

Sambært John Hopkins University hava nú yvir fimm milliónir latið lív við covid-19 í heimshøpi.

Evropa er tann heimsparturin, sum hevur hægst tal av smittaðum við meira enn 76 milliónum tilburðum av covid-19 síðan sjúkan tók seg upp í Kina móti ársloki í 2019.

Síðan kemur Asia við 56 milliónum smittaðum, Norðuramerika við 48 milliónum og Suðuramerika við 46 milliónum smittaðum.

Talið av nýggjum tilburðum í heimshøpi er spakuliga vaksið hesar seinastu vikurnar.

Í miðal eru skrásett 449.000 nýggir smittutilburðir um dagin hesa seinastu vikuna. Um miðnaj oktober lá hetta tal á 400.000.

Av teimum nýggju smittaðu, sum í heimshøpi eru staðfest, eru yvir 60 prosent funnin í Evropa, sum hevur havt 279.000 nýggjar tilburðir um dagin hesa seinastu vikuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder