Embætisfólk á Bahamaoyggjunum siga, sambært Reuters, at 2500 fólk eru saknað, eftir at ódnin Dorian herjaði oyggjalandið í tvey samdøgur.
Tá Dorian rakti Bahamaoyggjarnar 1. september, var hon flokkað í kategori 5, sum er tað hægsta, ein ódn kann vera, og var vindstyrkin upp í 83 m/s.
Talið á saknaðum fólki kann umfata fólk, sum eru flýdd til neyðhjálparstøðir ymsa staðni á oyggjunum, tí listin yvir tey, sum eru saknað er enn ikki samanborin við uppgerðirnar hjá myndugleikunum yvir fólk, sum eru í neyðhjálparstøðum ella eru flutt burtur, skrivar Politiken.
Myndugleikarnir hava váttað, at almenna deyðstalið nú er 50, men mett verður, at veruliga talið er hægri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald