Innanlands

2500 jarðsjálvtar á Reykjanesi síðani í gjár

Teir flestu eru smáir jarðsjálvtar, men tann harðasti í nátt var 4,2 í styrki

(Mynd: Mbl.is)

(Mynd: Mbl.is)

2022-07-31 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Næstan 700 jarðsjálvtar eru skrásettir á Reykjanes-hálvoynni síðani á midnátt. Flestu av teium vóru í økinum ein landnyrðing úr Fagradalsfjalli, har seismiskt virksemi byrjaði um døgurðatíð í gjár.

Tilsamans hava tað verið 2500 jarðsjálvtar í ár, boðar Veðurstova Íslands frá.

[object Object](Mynd: Veðurstofa Íslands)

Hetta veit Morgunblaðið at siga fyrrapartin.

Frá klokkan 19 í gjárkvøldið og til umleið klokkan 3:15 í nátt vóru ikki nógvir sjálvtar, men síðani byrjaði tað aftur í ein tíma áðrenn tað aftur var friður.

Harðasti jarðsjálvtin í hesum økinum í nátt var 4,2 á Richter-stiganum, og harðastu jarðsjálvtarnir í gjár vóru 4,4 og 4,3 í styrki. 

- Vit hava enn ikki sæð tekin til eldgos á málarunum, og heldur ikki tekin upp á, at eitt útbrot er byrjað ella skal vera ávegis beint nú, sigur Veðurstovan í fráboðan.

Á Mbl.is ber til at síggja beinleiðis videoupptøkur úr økinum við Fagradalsfjall.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder