Áhugin at siga Elizabeth drotning eitt seinasta farvæl var stórur. Bíðirøðin var 16 kilometrar lang og bíðitíðin eitt samdøgur.
Bretski mentamálaráðharrin, Michelle Donelan, upplýsir fyri Sky News, at umleið ein fjórðingsmillión gingu framvið kistuni meðan hon lá í sonevndum “castrum dolores” í Westminster Hall.
Opið var alt samdøgrið frá 14. september klokkan 18 til í gjáramorgunin, 19. september, klokkan 6.30.
Stóra jarðarferðin við Elizabeth drotning var Westminster Abbey í gjár, og kistan varð síðani flutt gjøgnum býin til Windsor slottið, har Elizabeth drotning varð jarðað.
Sí eisini: Myndir: Seinasta ferð Elizabets II drotning
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald