Tórshavnar kommuna letur 250.000 krónur í stuðli til verkætlanir um vatn.
Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin, og umhvørvisevnið í ár er vatn, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
– Valdu umhvørvisevnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning. Umsóknir um umhvørvisstuðul skulu sum meginregla halda seg innan valda evnið. Tó kunnu aðrar viðkomandi verkætlanir eisini fáa stuðul, sum liggja innan fyri endamálsorðingina fyri stuðul til umhvørvistiltøk.
– Umhvørvisevnið í 2024 er vatn. Vatn hevur verið nógv frammi í seinastuni – bæði drekkivatnið, svimjivatnið í áum, ósum og á sjónum og ikki minst spillivatnið. Við hesum evni verður arbeitt serliga við heimsmálunum nr. 6 og nr. 14, skrivar Tórshavnar kommuna.
Heimsmál nr. 6
Reint vatn og reinføri skal tryggja øllum, at vatn og reinførisviðurskifti eru í lagi og umsitin á burðardyggan hátt.
Vit skulu millum annað betra um vatngóðskuna við at minka um dálking, steðga dumping av burturkasti og minka sum mest um útlátið av vandamiklum kemiskum evnum og tilfari. Nøgdirnar av óviðgjørdum spillivatni skulu skerjast, og endurframleiðsla og endurnýtsla verður økt nógv um allan heim.
Og vit skulu verja og endurskapa vistskipanir, tengdar at vatni, sum fevna um fjøll, skóg, mýrilendi, áir, grundvatnsgoymslur og vøtn.
Heimsmál nr. 14
Heimsmál 14 snýr seg um at verja lívið í havinum. Vit skulu varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.
Freistin at søkja um umhvørvisstuðul er 31. mars, og á umhvørvisvikuni, sum verður í viku 19, verður kunngjørt, hvørjar verkætlanir fáa stuðul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald