Í gjár fekk ein 26 ára gamal maður lívlangt fongsul fyri at hava dripið bretska politikaran David Amess 15. oktober í fjør.
David Amess varð stungin fleiri enn 20 ferðir av 26 ára gamla Ali Harbi Ali á veljarafundi í einari kirkju eystanfyri London. David Amess doyði á staðnum.
Ali Harbi Ali er bretskur ríkisborgari og sonur av miðlaráðgevanum hjá fyrrverandi somaliska forsætisráðharranum, skrivar Ritzau.
Í rættinum segði Ali, at drápið var hevnd fyri, at Amess sum limur í bretska tjóðartinginum hevði atkvøtt fyri luftálop móti Sýria í 2014 og 2015. Sambært ákæranum hevði hann eisini ætlanir um at leypa á eitt nú Michael Gove, ráðharra í bústaðarmálum.
Ali skal eitast at hava brúkt fleiri ár uppá at leggja álopið á David Amess til rættis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald