Innanlands

26 fakfeløg: Latið Samhaldsfasta fáa frið

Um samgongan ætlar at gera broytingar í pensjónini, so skal tað ikki gerast við at fara eftir Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Samhaldsfasti riggar væl og er eitt týðandi íkast hjá øllum pensjonistum í dag, halda 26 fakfeløg.

2019-10-23 08:20 Author image
Innsent
placeholder

Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin er ein sólskinssøga og riggar væl. Útgjaldið í dag er 5.590 kr um mánaðin, og tað er eitt týðandi ískoyti hjá øllum pensjonistum. Øll rinda, og øll fáa – ongin verður settur eftir, og ongin skal setast eftir.

Um samgongan ætlar at gera broytingar í pensjónini, so skal tað ikki gerast við at fara eftir Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Samhaldsfasti riggar væl og er eitt týðandi íkast hjá øllum pensjonistum í dag.

Grunnurin fór at virka í 1992 í ringastu kreppuárum, tí partarnir á arbeiðsmarknaðinum saman við politikarum úr øllum flokkum sóu, hvussu neyðugt tað var at hava ein arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn afturat almennu pensjónini og møguligari persónligari eftirløn.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava inngoldið í og umsitið grunnin ábyrgdarfult frá byrjan, og hetta sæst aftur í dag.

Samhaldsfasti hevur prógvað sítt virði og er fyri øll, tað skal hann framhaldandi vera.

Boðskapurin frá undirritaðu fakfeløgum er greiður – latið Samhaldsfasta fáa frið.

Akademikarafelag Føroya

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

Bioanalytikarafelagið

Fakfelagssamstarvið

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Føroya Arbeiðarafelag

Føroya Handverkarafelag

Føroya Fiskimannafelag

Føroya Lærarafelag

Føroya Pedagogfelag

Grafiska Yrkisfelagið

Havnar Arbeiðarafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Havnar Handverkarafelag

Heilsuhjálparafelag Føroya

Heilsurøktarafelagið

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Landsfelag Handverkaranna

Ljósmøðrafelag Føroya

S&K Felagið

Samtak

Skála Handverkarafelag

Starvsmannafelagið

Vágs Handverkarafelag

Tvøroyar Handverkarafelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder