Uttanlands

26 ferð uppi á Mount Everest

Sherpa'in, sum átti metið einsamallur tekur tað helst aftur, tí hann er eisini á veg niðan í løtuni

Pasang Dawa Sherpa

Pasang Dawa Sherpa

2023-05-14 15:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri nógv fjallagongufólk og -klintrarar er tað at koma niðan á heimsins hægsta fjall, Mount Everest í Himalaya bara ein dreymur.

Men fyri nepalesiska sherpa’in, Pasang Dawa, er tað vorðið vani. Og nú hevur hann júst gjørt tað fyri 26. ferð, skrivar dr.dk.

Harvið hevur hann verið líka so oftani ovast uppi á hægsta tindinum í Himalaya fjallaketuni, sum Kami Rita. Sherpa’in Kami Rita kann fáa metið aftur einsamallur, tí hann var vistnokk á veg niðan á Everest samstundis sum Dawa, skrivar Hindustan Times.

Pasang Dawa náddi í dag upp á 4.848 metra høga fjallið saman við einum ferðamanni úr Ungarn, skrivar Reuters. Og teir báðir eru nú á veg omanaftur.

Ferðirnar upp á heimsins hægsta fjall eru júst byrjaðar aftur eftir at sherpar hava verið har uppi og bøtt um togendar og annað hjá ferðafólkum at stuðla seg til.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder