Í farnu viku heitti Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk, sum eiga hundar, sum nýliga hava verið uttanlands, um at ansa serliga væl eftir hundunum.
Orsøkin var, at ein sjúka hevði gjørt um seg millum hundar í Noregi.
Les eisini: Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Ansið eftir hundunum hjá tykkum
Seinastu vikurnar hava fráboðanir verið um tilsamans 26 hundar í Noregi, sum eru deyðir av sjúkuni, og norska Mattilsynet hevur eisini fingið fráboðanir um sjúkar hundar í stórum parti av landinum, skrivar Politiken.
Allir hundarnir høvdu spýð og vórðu plágaðir av blóðugum leysum lívi.
Enn er ógreitt, hvat orsøkin er, men norskir myndugleikar, djóralæknar og kanningarstovur samstarva í løtuni um at finna útav tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald