
Í gjár, mikudagin 20. oktober, vórðu 26 nýggir koronutilburðir staðfestir. 1006 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
- 23 tilburðir eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum, ein tilburður av ókendari smittukeldu, og tveir tilburðir staðfestir við kanning eftir komu til Føroyar, ávikavist ein og tveir dagar eftir komu, skrivar corona.fo
Í løtuni eru 111 smittað í Føroyum, og alt bendir á, at oktober 2021 fer at seta met sum tann mánaðin við flestu koronutilburðunum. Tó er eingin innlagdur og harvið álvarsliga sjúkur, sambært seinast dagførdu hagtølunum.
Lars Fodgaard Møller segði við Kringvarpið fyrrapartin, at í høvuðsheitinum tykjast fólk ikki at taka koronu í álvara longur. Hann váttar eisini, at fleiri koppsett eru smittað av millum annað børnum sínum og avsannar, at ongar kanningar við landamørkini er høvuðstrupulleikin, tó at fá velja at kanna seg stutt eftir komu til landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald