
Nú eru skjótt tríggjar vikur síðani, at fyrsti føroyingurin varð koppsettur, og nú hava 2.664 føroyingar fingið fyrstu koppsetingina.
Hetta svarar til fimm prosent av fólkatalinum í Føroyum, skrivar corona.fo.
Tey, sum eru vorðin koppsett higartil eru heilsu- og røktarstarvsfólk, umframt búfólk á røktarheimum. Síðani verða tað fólk í serligum vandabólki og avvarðandi teirra.
Sambært Heilsumálaráðnum væntast, at heilsu- og røktarstarvsfólk, røktarkrevjandi fólk, tey elstu og fólk í serligum vandabólkum øll eru vorðin koppsett um miðjan mars.
Síðst í mars verður so farið undir at koppseta restina av fólkinum. Hetta er tó treytað av tøkum koppingarevni.
Yvirlit yvir, hvussu koppsett verður fyri korona sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald