Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, og forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, eru vorðnir samdir um, at okkurt nú má gerast fyri at støðga vandamiklu royndunum, sum flóttafólk gera fyri at sleppa tvørtur um Ermasund úr Fraklandi til Bretlands.
Tað gjørdist teir báðir samdir um á einum kreppufundi í gjár.
Fundurin varð fingin í lag eftir at 27 flóttar í gjár druknaðu í royndini at koma yvir Ermasund, skrivar Reuters. Í gjár varð fyrst sagt, at 31 fólk høvdu latið lív, men talið av druknaðum varð seinni rættað til at vera 27.
Ein talsmaður fyri bretska forsætisráðharran sigur, at partarnir eru samdir um at gera tað teir kunnu fyri at støðga hesum ferðunum.
Royndirnar at flýggja yvir um Ermasund eru av álvara øktar hesa seinastu tíðina. 12. november vóru tað umleið túsund fólk, sum gjørdu royndina, og tað er met fyri hvussu nógv fólk royndu at koma tvørtur um sundið í eitt samdøgur.
Talsfólkið hjá Johnson leggur dent á, at arbeiðsinnsatsurin hjá londunum skal gerast mótvegis teimum harkaliðum, sum skipa fyri ferðunum, og harvið seta mannalív í vanda.
Hesa vikuna hevur franska løgreglan sagt, at tey hava handtikið 15 persónar, sum eru undir illgruna fyri at vera limir í einum altjóða felagsskapi av mannasmugglarum, skrivar AFP-tíðindastovan.
Sambært fronskum myndugleikum hava 31.500 persónar roynt at flýggja úr Fraklandi til Bretlands í ár. 7.800 fólk eru bjargað á sjónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald