Uttanlands

27 fólk send til kanningar í Horsens eftir sýruleka

Eingin kom til skaða, tá eitt rør fór at leka, men orsakað av tilfarinum sum lak, skulu starvsfólkini á West Pharmaceutical Service kannast

Her liggur verksmiðjan, har lekin hendi

Her liggur verksmiðjan, har lekin hendi

2019-08-22 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sydøstjyllands Politi uplýsir, at 27 persónar eru send á sjúkrahúsi í Horsens.

Orsøkin er, at eitt rør í dag fór at leka á West Pharmaceutical Services Danmark A/S i Horsens. Ein reinsan av rørinum var í gongd, og til tað varð sýran "calcium polysulfid" nýtt. Hetta verður nýtt til at basa skaðadjórum.

Løgreglan, sløkkiliðið og bjargingarfólk komu á staðið, men tað vísti seg, at einki starvsfólk var komið í beinleiðis samband við sýrulekan. Tey 27 vórðu tó send til til kanningar á sjúkrahúsinum í Horsens.  

Løgreglan upplýsir, at lekin er steðgaður, og er ikki ikki til vanda fyri fólk ella umhvørvi á nakran hátt. Arbeiðseftiltiið hevur fingið fráboðanina, og nú verður kannað, júst hvat hendi, og nú nakar skal revsast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder