Uttanlands

2,7 mió. evrur frá ES til menning av koppingarevni móti COVID-19

ES-kommissjónin hevur stuðlað 17 verkætlanum, sum snúgva seg um COVID-19, og millum teirra er koppingarevnið, sum granskarar á Københavns Universitet arbeiða við í løtuni

Mynd: Københavns Universitet

Mynd: Københavns Universitet

2020-03-07 15:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Granskarar á Universitetinum í Keypmannahavn hava saman við granskarum á øðrum universitetum og fyritøkum fingið játtað 2,7 mió. evrur frá ES. Hendan upphæddin skal brúkast til at menna eitt koppingarevni móti nýggja coronavirusinum, sum í løtuni spreiðir seg um allan heim.

Lektor Morten Agertough Nielsen, lektor Adam Sander og Ali Salanti, professari á Institut for Immunologi og Mikrobiologi, Købehavns Universitet arbeiða í løtuni við at menna nýggja koppingarevnið.

Sum partur av einum felagsskapi hava teir fingið tað, sum svarar til gott 20 mió. í okkara krónum frá ES til at menna koppingarevnið móti COVID-19.

Teir samstarva við University of Tübingen, Leiden University Medical Center, Wageningen University og fyritøkurnar AdaptVac og ExpreS2ion.

Arbeiðið er longu byrjað, men ein slík verkætlan er øgiliga kostnaðarmikil, og hevði hon ikki verið møgulig uttan játtanina frá ES, sigur Morten Agertoug sambært heimasíðuni hjá Københavns Universitet.

Enn er ógreitt, nær koppingarevnið væntast at vera klárt, men vónin er, at tær fyrstu klinisku royndirnar eru lidnar um eitt ár.

Tað er ES-kommissjónin, sum undir granskingarætlanini Horizon 2020 hevur játtað fíggjarligan stuðul til verkætlanina. Til samans hava 17 verkætlanir, sum snúgva seg um COVID-19 fingið stuðul.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder