Innanlands

27 nýggj grundstykkir verða skjótt til sølu í Norðragøtu

Nýggja útstykkingin við Myllá er nú liðug, boðar Eysturkommuna frá

Fríggjadagin 5. mars verða tøku grundstykkini løgd út á heimasíðuna, og hesi verða síðan sett alment til sølu á heimasíðuni mánadagin tann 8. mars klokkan 12 (Mynd: Eysturkommuna)

Fríggjadagin 5. mars verða tøku grundstykkini løgd út á heimasíðuna, og hesi verða síðan sett alment til sølu á heimasíðuni mánadagin tann 8. mars klokkan 12 (Mynd: Eysturkommuna)

2021-02-19 20:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggja útstykkingin við Myllá er liðug og 27 grundstykkir eru nú klár at seta alment til sølu. 

Hetta skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari, har til ber at lesa meira um mannagongdina við at keypa og við bíðilistum.

Eysturkommuna boðar millum annað frá, at kostnaðurin fyri grundstykkini verður 150 krónur fyri fermeturin, og at grundstykkini verða sett til sølu mánadagin 8. mars á heimasíðuni hjá kommununi. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder