Innanlands

270 nýggj lesandi fyrsta dag á Fróðskaparsetrinum í morgun

Umleið 200 av teimum, sum byrjaðu í morgun, eru innskrivað til bachelor, 50 til master og 20 á hjánámi ella parttíðarlestri.

2026-08-17 12:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn var fullsett í morgun, tá 270 nýggj lesandi høvdu sín fyrsta innleiðsludag á Fróðskaparsetri Føroya.

Tað eru eitt sindur fleiri enn í fjør, tá 262 byrjaðu á Setrinum.

Umleið 200 av teimum, sum byrjaðu í morgun, eru innskrivað til bachelor, 50 til master og 20 á hjánámi ella parttíðarlestri.

Í talu síni til tey lesandi segði Martin Tvede Zachariasen, rektari m.a., at eitt avgerandi mál fyri Setrið og Føroyar sum lestrarland er at gerast partur av Erasmus+ nú. Og at ætlanin er, at tey, sum í dag byrja at lesa á Setrinum, kunnu fáa gagn av skiftislestri úti í heimi gjøgnum ta skipanina, og at útlendsk lesandi á sama hátt skulu kunna koma á Fróðskaparsetrið við Erasmus+.

Eisini segði rektarin, at sannlíkindi eru fyri, at nøkur teirra fara at fáa gagn av tí nýggja felagsbygninginum, sum er í umbúna, og sum vónandi verður samtyktur av løgtinginum seinni í heyst.

Innleiðslan hjá teimum nýggju Setursspírunum heldur fram alla vikuna, og tey fáa m.a. mentorar, sum eru roynd lesandi, knýtt at sær hesa fyrstu tíðina.

Fróðskaaprsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder