Uttanlands

Yvir 2700 fólk smittað: 80 fólk deyð

Fleiri lond ætla nú at flyta sínar ríkisborgarar heim úr kinesiska býnum Wuhan, og tvey fólk verða nú kannað fyri coronavirusið í Svøríki

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-01-27 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri lond ætla nú at flyta ríkisborgarar sínar heim úr kinesiska býnum Wuhan, har coronavirusið sigst at stava frá.

Talan er um Japan, USA, Avstralia, Stórabretland, Frakland og Spania. Sambært TV2, arbeiða danskir myndugleikar við at gera tað sama.

Sambært nýggjastu tølunum, er talan nú um 2.744 fólk kring heimin, sum eru smittað, og 80 fólk, sum hava latið lív orsaka av virusinum seinastu vikurnar.

Myndugleikarnir í Hubai-landspartinum hava í dag boðað frá, at tey inntil 30. januar ikki fara at útflýggja pass og visum til kinesiskar ríkisborgarar í økinum.

Á kortinum niðanfyri sæst, hvar mann hevur staðfest coronavirus.[object Object]

Og fleiri lond kunnu leggjast afturat. Í svenska býnum, Malmø verða tvey fólk í løtuni kannað fyri virusið, og ein annar verður eisini kannaður í Wien í Eysturríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder