Innanlands

27.000 ferkilometrar lagdir afturat føroyska landgrunninum

Markasemjan við Ísland og Noreg um eitt øki norðan fyri Føroyar staðfest á fólkatingi

2021-05-26 07:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danskir miðlar skriva í dag, at ríkisfelagsskapurin nú er vaksin við einum øki á 27.000 ferkilometrar.

Hetta eftir, at fólkatingið í gjár góðkendi avtaluna, sum Ísland og Noreg hava gjørt við kongsríkið Danmark um býtið av einum øki av landgrunninum norðan fyri Føroyar.

- Í eini tíð við øktum stórveldisáhugamálum kunnu vit vera errin av, at Norðurlond og ríkisfelagsskapurin ganga á odda og vísa, at diplomati er vegurin fram, sigur Jeppa Kofod, uttanríkisráðharri í einum tíðindaskrivi frá danska uttanríkisráðnum, sum boðar frá, at kongsríkið nú er víðkað við einum øki svarandi til støddina á Jútlandi.

Formligi sáttmálin varð undirskrivaður í 2019. Les grein á oljan.fo: Jarðfeingi við til at gera Føroyar størri   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder