Innanlands

27.500 løntakarar í juni

Talið á løntakarum í juni var uml. 1.000 fleiri enn í juni í fjør – Talið á løntakarum veksur spakuligari enn áður, men munurin millum menn og kvinnur minkar

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2021-07-14 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í juni var talið á løntakarum 27.500, ið er um 1.000 fleiri enn í juni í fjør.

Meginparturin av løntakarunum vóru menn. Talið á monnum í løntakaraskaranum var um 14.100, meðan talið á kvinnum var 13.400.

Munurin millum talið á monnum og kvinnum hevur verið vaksandi í nøkur ár, men nú minkar tað aftur. Sambært Hagstovuni minkar talið á monnum í løntakaraskaranum spakuliga, meðan fleiri kvinnur leggjast afturat.

Hóast fleiri løntakarar leggjast afturat, veksur samlaða talið á løntakarum spakuligari, enn tað hevur gjørt, og seinastu mánaðirnar er vøksturin nærum steðgaður upp.

Í vinnugreinini 'almennari o.a. tænastu' hevur løntakaratalið verið støðugt vaksandi, og vøksturin hevur seinasta árið verið tiltakandi. Ein lítil minking er hinvegin í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum, og í byggivinnuni er løntakaratalið, sum annars hevur verið støðugt vaksandi síðan 2014, farið at minka aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder