
Tað vóru beint yvir 27.500 í løntakaraskaranum í november. Hetta vísa tøl hjá Hagstovuni. Fyri einum ári síðani vóru 27.191, og harvið er talan á ein vøkstur upp á 1,2 prosent.
Vøksturin seinastu mánaðirnir hevur verið lítil, men talið er væl størri enn í apríl 2020, ið er heilt stóra fallið á grafunum - tað var í byrjanini av koronufarsóttini, og tá vóru yvir 2.200 færri løntakarar, enn tað eru nú.
Hagstovan boðar frá, at í november vóru um 14.150 menn og 13.350 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er nærum 150 fleiri menn og beint yvir 200 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør.
Í mun til vinnugreinabýtið, sæst ein vøkstur í privatu tænastuvinnunum har tað næstan eru 400 fleiri fólk enn fyri einum ári síðani. Løntakaratalið í byggivinnuni er minkandi.
(Hagstova Føroya - fleiri grafar síggjast á hagstova.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald