2024-02-13 16:12
Í januar var talið á løntakarum 27.664. Tað er stívliga 350 fleiri í mun til januar í fjør, og svarar hetta til ein vøkstur á 1,3 prosent.
Til samanberingar vóru fleiri enn 28.500 løntakarar í desember. Sambært Hagstovuni er januar vanliga tann mánaðurin í árinum, ið hevur fæstar løntakarar, meðan desembermánaður vanliga hevur flestar. Munurin í løntakaratalinum hesar báðar mánaðirnar er tí sum oftast stórur.
14.000 menn og 13.600 kvinnur vóru í løntakaraskaranum í januar. Hetta er ein vøkstur á ávikavist 1,6 prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum í mun til januar í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald