Innanlands

27.900 løntakarar í oktober: Javnur vøkstur í løntakaratalinum

Í oktober vóru góðir 27.900 løntakarar í Føroyum. Tað eru næstan 850 fleiri í mun til sama mánað árið fyri, sigur Hagstovan

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2020-01-13 19:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í oktober var talið av løntakarum í Føroyum gott 27.900. Tað er næstan 850 fleiri í mun til oktober 2018.

Heimasíðan hjá Hagstovuni skrivar, at vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðan 2014, og at fleiri løntakarar framvegis leggjast afturat løntakaraskaranum.

Tá hugt verður eftir kynsbýtinum, vóru framvegis fleiri mannligir løntakarar enn kvinnuligir. Í oktober vóru uml. 1.100 fleiri menn í løntakaraskaranum enn kvinnur.

Í oktober vóru um 14.500 menn og 13.400 kvinnur í løntakaraskaranum – ella 52 prosent menn og 48 prosent kvinnur.

Av teimum gott 27.900 løntakarunum arbeiddu flest í almennu vinnuni – 9.941. Í privatu tænastuvinnuni arbeiddu 9.007, í byggivinnuni arbeiddu 4.450, og í fiski- og tilfeingisvinnuni 4.508.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder