Innanlands

28 føroyingar fylla í dag

17 kvinnur og 11 menn fylla 29. februar, og flestu teirra eru fødd í 1996

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2024-02-29 14:13 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í ár er leypár, ella skotár, sum tað eisini verður nevnt, har árið fær ein dag eyka - 29. februar.

Hesin dagurin, sum vit bert uppliva fjórða hvørt ár, er ein serligur dagur at verða føddur, og sambært altjóða miðlum eru eini fimm milliónir fólk kring heimin, ið hava føðingardag í dag.

Í Føroyum eru 28 fólk, sum fylla í dag - 17 kvinnur og 11 menn.

Flestu teirra - seks fólk - eru fødd í 1996 og fylla 28 ár í dag, skrivar Hagstovan.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder