Innanlands

Metnógv koppsett í gjár: 30 prosent fingið fyrru koppsetingina

Fríggjadagin vórðu 234 fólk koppsett, og leygardagin vórðu 1.353 koppsett

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-09 12:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 22.715 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 16.109 hava fingið fyrru koppsetingina, og 6.606 hava fingið báðar koppsetingarnar og eru sostatt liðugt koppsett.

Hetta svarar til, at 30 prosent av fólkinum – næstin triði hvør føroyingur – hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 12,4 prosent eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Fríggjadagin vórðu 234 fólk koppsett. 159 fingu fyrru koppsetingina, meðan 75 fingu tað seinnu. Leygardagin vórðu 1.353 fólk koppsett. 1.208 fólk fingu fyrru koppseting, og 145 fingu tað seinna.

Av teimum koppsetingunum, sum vórðu gjørdar leygardagin, vórðu 1.103 gjørdar á Eirargarði á Landssjúkrahúsinum, og sambært Landssjúkrahúsinum er talan um eitt methøgt tal á koppsetingum.

Koppsett verður aftur í dag og hildið verður fram, so leingi koppingarevni er tøkt, skrivar Landssjukrahúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder