Innanlands

28 skeið á Háskúlanum í vár

Flestu teirra eru kreativ vikuskiftisskeið innan eitt nú dans og palllist, myndlist og tekning, skaldskap og listahandverk

2020-01-08 22:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Háskúlin bjóðar 28 styttri skeið út í vár. Flestu teirra eru kreativ vikuskiftisskeið innan eitt nú dans og palllist, myndlist og tekning, skaldskap og listahandverk.

Háskúlin er ein kreativur háskúli, har dentur verður lagdur á at hava tað stuttligt, meðan tú finnur og mennir tínar listarligu gávur undir kønari vegleiðing frá nøkrum av okkara fremstu listafólkum. 

Kreativu vikuskiftisskeiðini eru skipað sum breytir. Til ber at tekna seg til eitt ella fleiri skeið innan somu listagrein, og á hendan hátt ber til at koma víða um við ymsum undirvísarum og frálæruhættum.

Breytirnar eru dansur, myndlist, skrivilist og listahandverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder