2021-11-17 17:44

28 nýggir tilburðir av korona vórðu staðfestir í gjár, tá 2.415 kanningar vórðu gjørdar. Tað vísa nýggjastu koronatølini hjá landslæknanum.
Nú eru 436 fólk í Føroyum smittað við korona tað eru 14 færri enn um hetta mundið í gjár.
Í gjár vórðu 191 fólk koppsett. 37 fingu fyrsta prik, 65 annað og 89 fingu triðja prikið. Hetta svarar til ávikavist 91,4, 86,4 og 8,3 prosent av fólkinum í landinum yvir 12 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald