Uttanlands

280.000 meldað seg í russiska herin í ár

Tað sigur varaformaðurin fyri russiska trygdarráðið, Dmitrij Medvedev

Dmitrij Medvedev var forseti í Russlandi frá 2008 til 2012 og forsætisráðharri frá 2012 til 2020 (Mynd: EPA)

Dmitrij Medvedev var forseti í Russlandi frá 2008 til 2012 og forsætisráðharri frá 2012 til 2020 (Mynd: EPA)

2023-09-03 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í desember í fjør boðaði Russland frá æltanini um at økja talið á herfólkum í russiska herinum upp til 1,5 milliónir, og higartil í ár hava uml. 280.000 fólk meldað seg inn í russiska herin.

Tað sigur fyrrverandi russiski forsetin og núverandi varaformaðurin fyri russiska trygdarráðið, Dmitrij Medvedev sambært Reuters.

– Sambært verjumálaráðnum hava uml. 280.000 persónar skrivað sáttmála við herin síðan 1. januar.

Millum tey 280.000 eru eisini fólk úr tiltaksherinum, men hvussu nógv talan er um, verður ikki upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder