Uttanlands

281 neyðhjálparfólk dripin í ár

Tað er m.a. kríggið í Gaza, sum er orsøkin til, at talið hevur verið so høgt, sigur ST

Lastbilur við neyðhjálp í Kherson í Ukraina (Mynd: ST)

Lastbilur við neyðhjálp í Kherson í Ukraina (Mynd: ST)

2024-11-23 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Higartil í ár, eru 281 neyðhjálparfólk dripin kring heimin, og tað er methøgt, sigur ST.

Í 2023 vórðu 280 neyðhjálparfólk dripin, og í 2022 var talið 118.

Tað er m.a. kríggið í Gaza, sum er orsøkin til, at talið hevur verið so høgt seinastu tvey árini.

Síðan álopið á Ísrael 7. oktober í 2023, eru 333 neyðhjálparfólk dripin í Gazageiranum. Tey flestu eru frá ST-felagsskapinum UNRWA, sum er felagsskapur fyri palestinskar flóttar, skrivar Ritzau.

Eisini aðrastaðni í heiminum eru starvsfólk hjá hjálparfelagsskapum fyri harðskapi. M.a. í Afganistan, Sudan, Ukraina og Jemen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder