
Rokan var í fjøruni í gjár á Vestaru Bryggju í Havn, tá stóra innleiðslan fyri nýggj lesandi var í Sjóvinnuhúsinum, har Fróðskaparsetur Føroya eisini heldur til.
256 lesandi á 20 útbúgvingum høvdu sín fyrsta dag, har tey fingu lestrarkort og góð vælkomuorð og tónleik í Kongshøll, áðrenn tey fóru út á sínar egnu deildir, har tey eisini hava innleiðslur hesa vikuna.
Í ár fer Námsvísindadeildin á fyrsta sinni at hava tveir flokkar av námsfrøðingum, nú samfelagsligi tørvurin á teimum er so stórur. Tilsamans 44 námsfrøðilesandi eru í 2023-árganginum.
25 nýggj sjúkrarøktarfrøðilesandi byrjaðu eisini í gjár, og aftrat hinum 25, sum byrjaðu í januar, er tann árgangurin sostatt 50.
Á spildurnýggju útbúgvingini, master í dátuvísindum, fara 17 lesandi nú til verka.
Ársins umsóknartøl og tøl fyri tey, sum eru byrjað á teimum ymisku útbúgvingunum, eru her:
Fleiri myndir og meira um lestrarbyrjanina her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald